Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti
A-landsliðið hjá Føroyum, kvinnur, hava fleiri ferðir luttikið í altjóða kappingum. T.d. hava tær luttikið í EM undankapping 1995, 2009 og aftur til EM 2013. Í november 2012 avgjørdi FSF, at føroysku kvinnurnar skulu luttaka í HM 2015 undankapping. Endaspælið var í Kanada í 2015.[1] Kvinnulandsliðið hevur eisini fleiri ferðir luttikið á Oyggjaleikum, har tær hava vunnið kappingina 3 ferðir, í 2001, 03 og 05, tær luttóku ikki í 07, 09 og 11. Føroyska A-landsliðið er saman við Álandi mest vinnandi liðið á Oyggjaleikunum. Áland vann í 2007, 09 og 2011. Fótbóltskappingarnar á Oyggjaleikunum eru ikki FIFA góðkendar kappingar. Fleiri ymiskir venjarar hava verið. Í september 2012 bleiv Jón Pauli Olsen høvuðsvenjari. Fyrst varð Rúni Nolsøe settur sum hjálparvenjari, men hann gavst eftir at hann gjørdist venjari hjá EB/Streymi, og so gjørdist Ingun Hansen nýggjur hjálparvenjari.[2] Áðrenn tað var Álvur Hansen høvuðsvenjari í 11 ár.[3] Í juni 2013 varð føroyska kvinnulandsliðið styrkismett sum nummar 67 í heiminum.[4] HM 2015 - Føroyar spælt seg víðari í undankappinginiÍ apríl 2013 luttók føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð til eina HM undankapping, ein "premliminary round", kappingin fór fram í Litava. Føroyar var í bólki B saman við Georgia, Litava og Montenegro. Føroyar vann tveir dystir og spældi ein dyst javnan. Liðið fekk 7 stig og vann klárt B bólkin. Tvey tey fremstu liðini komu víðari í hvørjum bólki, í B bólkinum vóru tað Føroyar við 7 stigum og Montenegro við 5 stigum, ið komu víðari. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt landslið hevur spælt seg víðari í einari undankapping. Úrslitini í undankappingini vóru hesi: Føroyar - Montenegro 3-3, Heidi Sevdal gjørdi tvey mál og Íðunn Magnussen gjørdi eitt, dysturin varð leiktur 4. apríl. Hin 6. apríl spældi Føroyar móti Litava, Føroyar vann dystin 1-0, málið hjá Føroyum gjørdi Rannvá B. Andreassen. Hin 9. apríl spældu Føroyar móti Georgia. Føroyar vunnu dystin 2-1. Málini hjá Føroyum gjørdi Heidi Sevdal. Jón Pauli Olsen var venjari til hesa kapping,[5] hjálparvenjari var Ingun Hansen. Javnleikir á heimavølliHin 5. apríl 2014 skrivaði føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti søgu, tá tær spældu javnt 1-1 móti Bosnia/Hersigovina á Tórsvølli. Hetta var fyrstu ferð tær fingu stig í einari HM-undankapping. Eyðvør Klakstein skroaði málið hjá Føroyum tá 78 minuttir vóru farnir.[6] Hin 10. apríl 2014 leiktu Føroyar móti Norðurírlandi á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 0-0. Eftir dystin lógu Føroyar á einum deildum 4. plássi í bólki 4 við tveimum stigum saman við Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi.[7] World Cup - HeimsmeistarakappinginFøroysku kvinnurnar luttóku fyri fyrstu ferð í HM undankapping, sum varð í døgnum 4. - 9. apríl 2013. Føroyar komu í bólk saman við Georgia, Montenegro og vertunum Litava.[8] Finalan varð í 2015.
Venjarar og hjálparvenjararVenjarar
Hjálparvenjarar
MetleikararLeikarar sum hava spælt flest landsdystirKelda: [9] Leikarar við feitari skrift eru enn virknir leikarar, ið kunnu úttakast til landsliðið.
Tríggir leikarar hava skorað tvey mál, átta leikarar hava skorað eitt mál í part. Yngsti málskjyttin hjá Føroyum er Mona Breckman, sum var 17 ár og 2 mánaðir, tá hon skoraði fyrst málið í einum altjóða skrásettum landsdysti. HópurinHópurin ið varð úttikin til innleiðandi undankappingina til HM í fótbólti 2019.[10] Mál og dystir eru dagførdir 13. apríl 2017.
Keldur
|