Armenia
Armenia (armenskt mál: Հայաստան, Hayastan, Hayq) er eitt lýðveldi í Asia. Tað er eitt land við høgum fjøllum. Høvuðsstaðurin eitur Jerevan. Landið hevur mark móti Georgia í norði, Aserbadsjan móti eystri og Turkaland og Iran móti suðri. Landið liggur mitt í millum eystur og vestur, bæði í Evropa og í Asia. Fólkatalið í Armenia var 3.015.100 í 2014. Hetta lítla fjallalandið var minsta lýðveldi í gamla Sovjetsamveldinum. Armenia var fyrsta kristna landið í heiminum. Øll grannalondini uttan Georgia eru muslimsk. Landið er avbyrgt frá havinum og má tí nýta vegakervið í grannalondunum, tá ið teir flyta út og flyta inn vørur; men stríð við bæði Georgia og Aserbadjan hevur havt við sær, at týdningarmiklar vørur hava trotið, t.d. brennievni. Landbúnaður er høvuðsvinna í Armenia. Í hálendinum ganga neyt og seyður á biti, og á láglendinum dyrka bøndurnir korn og fruktrø. |