Lettland
Lettland er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Lettland mark við Estland, í eystri við Russland, og í suðri við Hvítarussland og Litava. SøgaPolitikkurMentanBúskapurSíðan landið gjørdist frælst ríki í 1991, hevur verið roynt at menna landbúnað, skógarvinnu og fiskivinnu, vinnuvegir, sum tungídnaðarætlanir sovjetstýrisins høvdu trokað burtur. LandafrøðiLettland er mitt ímillum hini bæði Baltalondini. Landið hevur langa strond, har eru tríggir stórir havnabýir, sum síðan í miðøld hava verið týdningarmiklir handilsbýir. Veðurlagið er kaldligt og slavið, og tí leggja bøndurnir mest dent á at halda mjólkneyt og sláturneyt. Høvuðsstaðurin í Lettlandi, Riga, hevur verið týðandi handilsbýur síðan í miðøld. Hann er helst lívligasti høvuðsstaður í Baltalondum og er virkin mentanarmiðdepil. Býir
Keldur
Hygg eisini atÁvísingar úteftir |